Ferðavinnuætlan fyri Fugloynna
Kanning um ferðavinnuna á Fugloynni Fugloyar kommuna ynskir tína hjálp til at savna inn hugsanir og royndir frá fólki, ið búgva ella hava tilknýti til Fugloy. Endamálið er at fáa eitt betri grundarlag til arbeiðið við kommunalu ferðavinnuætlanini og tryggja, at hon byggir á lokal sjónarmið. Vit vóna, at tú vilt luttaka við at svara einum spurnarblaði og soleiðis hjálpa til at menna eina burðardygga og væl skipaða ferðavinnu á oynni. Svar títt er loyniligt. Tú kemur til spurnarblaðið við at trýsta á hesa leinkjuna: