Hattarvík, eystasta bygd í Føroyum
Hattarvík er ein bygd í Fugloy og er tann eystasta bygdin í Føroyum. Hattarvík varð fyrstu ferð nevnd í Hundabrævinum saman við grannabygdini Kirkja, og sum báðar síggjast at hava verið um leið ár 1350-1400, men sum tó kunnu vera eldri.
Beint fyri Seinna heimskríggj vaks íbúgvatalið vaks upp í 100 fólk beint og tók so at minka serliga frá 1960 og úteftir. Sambært tølum frá Hagstovuni í 2014 búgva 14 fólk í Hattarvík, men um veturin eru í mesta lagi seks fólk har. Tá mest fólk búðu í bygdini – umleið 1940 – vóru tey umleið 100. Í bygdini er kirkja og skúli. Kirkjan er bygd í 1899 og skúlin er bygdur í 1926. Kirkjan hevur áður verið á Kirkju, men tá nýggj kirkja skuldi byggjast í 1830-árunum, varð avgjørt at byggja hana í Hattarvík. Á Kirkju var ongin, ið tá kundi vera kirkjuverji, av tí at flestu menn á Kirkju gingu burtur við báti í 1818. Og ongin orsøk var at flyta hana frá Hattarvík, so ístaðin bleiv nýggj kirkja bygd har í 1898-1899, tí fyrra kirkjan var illa farin. Í Hattarvík eru fleiri elligamlar toftir og niðurdottin gróthús og úthús eins og nógva aðrastaðnis í Føroyum. Fyri nøkrum árum síðani var farið undir at laga nøkur av hesum uppaftur og seta tey í upprunaligan stand. Onkur av hesum úthúsum vera nevnd í eitt nú søgnini um floksmenninar. Hetta arbeiði er ikki bara til prýðis fyri bygdina, men er eisini av søguligum og mentanarligum týdningi. |