TyrlupallarSíðani 1995 hevur Landsverk havt raksturin av flest øllum tyrlupallum í landinum um hendi. Samanlagt 11 tyrlupallar eru, og av teimum tekur Landsverk sær av teimum 10. Landssjúkrahúsið hevur ábyrgdina av tí eina. Landsverk hevur umsjónarfólk úti um landið, sum eru knýtt at hvørjum tyrlupalli sær. Umframt uppgávur fyri Landsverk, taka hesi fólk sær av avgreiðsluni av ferðaseðlum, manifestum, farmi og líknandi fyri Atlantic Airways, sum røkir sjálva tyrluflúgvingina.
Um tyrlupallarnar: Leiðsla: Leiðsluna av tyrlupallunum hevur Súni Poulsen, Landsverk, tel 290868. Bílegging: Ferðaseðlar verða bílagdir hjá Atlantsflog, tlf. 341050. Gjalding: Rindast skal kontant, tá goldið verður fyri ferðaseðlar og frakt á tyrlupallunum. Tilber ikki at rinda við gjaldskorti e.ø. Frakt: Tyrlupallarnir koyra ikki frakt út til móttakaran. Sendarin má tí boða móttakaranum sendingini. Sí eisini leiðbeining á heimasíðuni hjá Atlantsflog um frakt. Upplating: Upplatingartíðin á tyrlupallum er lagað eftir ferðaætlanini. Opið er upp til 30 minuttir áðrenn lending. |
Tyrluavgreiðslan
|
Við tyrluni úr Klaksvík til Fugloy
Ein sera vakur og eisini skjótur túrur er at fara við tyrluni úr Klaksvík til Fugloy. Tyrlan lendir bæði á Kirkju og Hattarvík um ferðafólk og líkindi annars eru til tað. Eisini eru tað fleiri og fleiri ferðafólk, ið taka hendan sera vakra túrin.
Tyrlupallurin Hattarvík
Yvirlitstekning Hattarvík
|
Tyrlupallurin Kirkja
Yvirlitstekning Kirkja
|