LEIGUTREYTIR FYRI AMBOÐ OG MASKINUR HJÁ FUGLOYAR KOMMUNU
1. Um ikki annað er avtalað, eru hesar reglur, fyri eitthvørt leigumál sum avtalað verður við Fugloyar kommunu.
2. Leigumálið verður roknað frá tí degi, amboð ella maskinur verða flutt av øki kommununar, til og við tann dag amboð og maskinur verða afturborin til okkara.
3. Tann dagliga leigan verður roknað fyri alt leigutíðarskeiðið, líka mikið um amboð ella maskinur eru í nýtslu ella ikki.
Stytsta leigumál fyri leigu av amboðum ella maskinum er 1 tíðarskeið sum er fyri 8 tímar.
4. Amboð og maskinur verða latin klár til nýtslu og í fullgóðum standi. Leigarin váttar við síni undirskrift á fylgiseðilin, at hann hevur kannað amboðini, og at standurin á amboðunum ikki gevur grund til nakra atfinning. Leigarin átekur sær fullan váða í samband við nýtslu av amboðunum. Leigarin hevur ikki rætt til at krevja endurgjald fyri gjald (herundir eisini rakstrartap), slíta leiguavtaluna ella gera krav galdandi um misrøkt, um tað seinni vísir seg, at tey leigaðu amboðini hava brek ella ikki svara til fortreytirnar fyri leiguni. Fugloyar kommuna roynir tó eftir umbøn at útvega egnað amboð av nýggjum. Tílík amboð verða fakturerað eftir galdandi dagsprísum.
5. Leiguavtalan við Fugloyar kommunu byggir á, at amboð og maskinuri verða leigað til faklærd, og tað verða tí bert givnar munnligar vegleiðingar. Skriftligar vegleigingar eru til amboðini. Leigarin ber váðan og hevur ábyrgdina av skaða, sum stendst av skeivari ella ókønari nýtslu av amboðunum. Umvælingar ella broytingar mugu ikki gerast á tey leigaðu amboðini uttan skrivligt samtykki frá Frugloyar kommunu.
6. Leigarin rindar allar útreiðslur til rakstur av amboðum, og maskinum umframt allar útreiðslur til brennievni, smyrjing, el og tílíkt. veðra rindaðar av leigaranum.
7. Amboð og maskinur skulu latast nývaskað aftur, og í sama standi, sum tey vóru í, tá ið leigumálið byrjaði. Eftir at amboð og maskinur eru móttikin av okkum, verða tey sýnað, og møguligir skaðar, herundir orsakað av ov harðligari nýtslu, skeivari handfaring ella líknandi verða goldnir av leigaranum eins og møgulig reingerð verður goldin av leigaranum.
8. Amboð og maskinur eru ogn hjá Fugloyar kommunu og útleigarin hevur altíð rætt til at sýna útleigaðu amboð og maskinur. Amboð og maskinur mugu ikki verða flutt til arbeiðsplássið hjá øðrum, uttan at útleigarin verður kunnaður, og amboð og maskinur mugu ikki verða framleigað ella lænt út til onnur, uttan at skriftlig avtala er gjørd við Fugloyar kommunu. Um tað verður staðfest, at amboð og maskinur verða misbrúkt, kann útleigarin uttan ávaring siga leigumálið upp og taka amboð og maskinur aftur fyri leigarans rokning.
9. Amboð og maskinur skulu verða hóskandi tryggjað av leigaranum. So leingi amboð og maskinur ikki eru avheintað av útleigara ella borin aftur á øki hjá Fugloyar kommunu, og undir allari leigutíðini, ber leigarin allan váða og hevur alla ábyrgd av teimum leigaðu amboðunum og handfaring av maskinunum.
Leigarin hevur skyldu til at tekna trygging fyri alt leigutíðarskeiðið, uttan so at hann kann prógva, at hann hevur eina trygging, sum fevnir um tey leigaðu amboðini og maskinurnar, og at tryggingin er goldin.
Allir skaðar, sum tryggingin ikki fevnir um, skulu endurgjaldast av leigara.
Allir skaðar skulu beinanvegin skrivliga fráboðast til Fugloyar kommunu. Herverk, stuldur ella onnur brotsverk skulu harafturat skrivliga meldast til løgregluna við upplýsingum um, at løgreglufrágreiðing verður send til Fugloyar kommunu beinanvegin.
10. Útreiðslur, ið standast av steðgi í arbeiðinum orsakað av brekum ella skaðum á tey leigaðu amboðini, verða goldnar av leigara.
11. Leigað amboð og maskinur kunnu ikki avhendast til leigara ella onnur, og Fugloyar kommuna hevur altíð ognarrættin til amboðini. Leigarin hevur skyldu til at ansa eftir, at eyðkennismerkini hjá Fugloyar kommunu eru heil og ikki verða tikin av amboðunum og maskinum í leigutíðini.
12. Allar trætur, sum ikki verða loystar í sátt og semju millum Fugloyar kommunu og leigara, verða at avgera við rættarmáli, ið byrjar við Føroya Rætt.
13. Fugloyar kommuna tilskilar sær rætt til at krevja eina trygd (depositum), sum svarar til virðið á amboðunum. Kundin skal, um hann verður biðin um tað, kunna vísa samleikaprógv.
14. Allir prísir eru uttan meirvirðisgjald.