Í blaðnum POSTUR, sum Føroya Postfelag gav út, varð fyri nøkrum árum síðani skrivað um postviðurskiftini í Fugloy. Serliga var skrivað um Kirkju og tosað varð eisini við táverandi brævstøðarmannin, Kaj Simonsen. Har sigur Kaj m.a., at um tað er ókyrt á Kirkju, er sum oftast kyrt í Hattarvík, og so fer posturin upp har og øvugt.
Tað mesta, Kaj veit um, at hann hevur verið noyddur at ganga til Hattarvíkar eftir posti, var átta ferðir í einum ársfjórðingi. Kaj Simonsen greiddi frá, at eitt árið hevði tað verið ókyrt í fleiri dagar beint undan jólum. Og á Kirkju gjørdist ikki kyrt fyri jól, men í Hattarvík gjørdist kyrt sjálvan jólaaftan Postbáturin kom út og fekk ikki lagt at á Kirkju, men í Hattarvík bar til. Tá varð neyðugt hjá 10 monnum at fara av Kirkju til Hattarvíkar eftir postinum. 16 sekkir vóru at bera, so hetta var tung byrða. Farið var langt út um midnátt jólaaftan, áðrenn Kaj hevði fingið allan postin út úr húsinum, Brævstøðin á Kirkju lat upp 1. oktober 1918. Fyrsti brævstøðarmaðurin á Kirkju var Símun Michael Zachariasen. Hann hevði ábyrgdina av postinum til árslok 1930. Símun Michael var annars lærari í bygdini og hann var eisini ættaður av Kirkju. Tann 1. januar 1931 verður dóttir hansara, Sigrid Zachariasen – seinni gift Simonsen, sett sum brævstøðarkvinna á Kirkju. Tann 1. januar 1971 kundi Sigrid halda sín 40 ára starvsdag. Í hesum sambandi varð hon heiðrað av Post- & Telegrafvæsenet fyri langa og trúgva tænastu. Sigrid doyði um várið 1979. Tann 1. juni 1979 verður Absalon Kaj Simonsen settur sum brævstøðarmaður á Kirkju. Hetta er maður Sigridar og verður hann vanliga nevndur Kaj. Hann hevur ábyrgdina av postinum til 31. august 1985. Tann 1. september 1985 verður Kristian Christiansen – Kristian í Mittúni – settur sum brævstøðarmaður. Hann er eisini keypmaður í bygdini. 1. juli 1997 verður aftur nýggjur brævstøðarmaður settur á Kirkju. Hesaferð er tað Jóannes Christiansen, sum verður settur í starvið. Hann er sonur Kristian í Mittúni. Elsta skrivið viðvíkjandi brævstøðini á Kirkju, sum vit finna í skjølunum hjá postverkinum, er dagfest 13. januar 1921. Hetta er eitt bræv frá aðalstýrinum í Keypmannahavn til posthúsið í Havn um møguligt gjald fyri leigu av hølum til brævstøðina á Kirkju. Í brævinum stendur, at aðalstýrið vil ikki gjalda fyri leigu av hølum, og grundgevingin fyri hesi støðutakan er, at brævstøðarmaðurin á Kirkju fær somu samsýning sum aðrir brævstøðarmenn í bygdum, har bæði fólkatal og talið av húskjum er størri enn á Kirkju. Áðrenn postbáturin "Dan" fór at sigla í 1914, varð posturin til Kirkju borin úr Klaksvík og lagdur til heintingar í Hvannasundi. Tó sigur Jacob Vitalis í Klaksvík í eini samrøðu frá 1971, at í onkrum serstøkum førum varð bátur skjútsaður til Fugloyar við postinum. Rithøvundi: Vilhelm Johannesen Kelda: posta.fo |
Fugloyar kommuna
postur
postur
kirkja
Fugloyar KommunaÍ Túni 2
FO-766 Kirkja Føroyar Telefon +298 451140 |