Ruskpláss
Fugloyar Kommuna hevur bingjur frá IRF, sum verða tømdar eftir tørvi. Bingjurnar eru á Kirkju og í báðum býlingunum í Hattarvík.
Í 2018 samtykti kommunustýrið, at viðurskiftini viðvíkjandi ruskinnsavning, skulu skipast betri. Hetta verður gjørt soleiðis, at ruskbingjurnar, sum eru staðsettar í Hattarvík og á Kirkju, verða fluttar í grótbrotið, sum liggur omanfyri Hattarvík, og kemur hetta økið frameftir at verða ruskplássi í Fugloynni. Umstøðurnar verða somuleiðis gjørdar hóskiligar og umhvørvisvinarligar.
Øll hús á Fugloynni hava fingið eitt ruskílat frá Fugloyar kommunu, og skal hetta nýtast í samband við alt húsarhaldsburturkast. Fólk sum eru skrásett í kommununi, fáa útflýggjaðar rusksekkir eftir tørvi frá kommununi.
Fólk sum hava hús, men ikki eru skrásett sum borgari í kommununi, fáa eisini útflýggja sekkir, mótvegis einum gjaldi uppá kr. 50,00 fyri hvønn sekk.
REGLUR UM INNSAVNING
Á aðafundi tann 3. mai 2007 samtykti IRF ”Reglur um innsavnin av ruski frá húskjum í limakommununum”.
Reglurnar lýsa nágreiniliga, hvussu arbeiðsviðurskiftini hjá ruskinnsavnarunum eru skipað. Hesar reglur eru strangari enn ”Reglugerð um ruskinnsavning”, sum Arbeiðseftirlitið gjørdi í 1994.
Stativið á røttum stað
Posastativið stendur úti á sjónligum stað, og sum høvuðsregla á stytstu leið millum atkomuveg og húsini, tó í mesta lagi 20 metrar frá atkomuvegi. Bert ein støða skal vera á hvørjari ogn.
Støðan skal vera soleiðis, at tað er møguligt at koma heilt fram at stativinum við t.d. sekkjavogni, at stativið stendur á sløttum, soleiðis at posin kann takast uttan trupulleikar, og at posin kann takast og flytast uttan vanda fyri vanlukku ella heilsuskaða.
Ruskið
Rusk má ikki koyrast leyst í ruskposan, men skal vera innballað ella í posa. Blæur, bind o.l. skulu altíð vera í afturlatnum plastposa, áðrenn tey verða latin í ruskposan.
Posin fullur
Posin er at rokna sum fullur, tá ið 20 cm eru eftir upp til kantin. Serligur dentur verður lagdur á, at posin ikki er skræddur, og at posin ikki vigar meira enn 20 kg.
Leiðin millum bil og stativ
Gonguleiðin millum ruskstativi og ruskbilin skal vera soleiðis háttað, at flutningur av ruskposa kann fara fram uttan vanda. Gonguleiðin skal vera sløtt og føst, uttan at vera hál, ljós, rein og ruddilig, og ruddað fyri kava og ís.
Portur, lúkur e.l. skulu kunna standa í opnari støðu, og vera nóg breið og høg til at flutningurin kann fara fram uttan vanda.
Ruskinnsavnarin letur portur, lúkur o.t. aftur, tá ið farið verður av ognini.
Dettur rusk niður, tá ið posin verður tikin, tekur ruskinnsavnarin hetta upp og beinir tað burtur, treytað av at krøvini í pkt. 4 eru fylgd.
Posin ikki tikin
Verður ruskposin ikki tikin, skal ruskinnsavnarin boða frá hesum við einum fráboðanarlepa, sum hann leggur í postkassan ella á annað hóskandi stað.

Vegleiðingar
Órudd og burturkast á almennum økjum
|
Áheitan - boð ella forboð
|