KirkjaKirkja er onnur bygdin í Fugloy, sum er eystasta oyggin í Føroyum. Bygdarnavnið Kirkja - oftast sagt á Kirkju - bendir á, at talan er um gamla kirkjubygd.
Verandi kirkja varð vígd 1933. Á Kirkju búgva einans 28 fólk í dag (2014) sambært fólkayvirlitinum, tó búgva færri har um veturin. Tá fólkatalið var størst búðu umleið 170 fólk í bygdini. Kendir persónar, sum er ættaðir av Kirkju: Símun Mikal Zachariasen (1853-1931), lærari og skald, luttók í menningini av føroyska málinum Louis Zachariasen (1890-1960), lærari, rithøvundur og politikari Símun Petur Zachariasen (1887-1977), politikari (løgtingslimur og borgarstjóri), Sparikassa stjóri og blaðstjóri Hans Mikal Jacobsen (1901-1960), skald Í blaðnum POSTUR, sum Føroya Postfelag gav út, varð fyri nøkrum árum síðani skrivað um postviðurskiftini í Fugloy. Serliga var skrivað um Kirkju og tosað varð eisini við táverandi brævstøðarmannin, Kaj Simonsen. Har sigur Kaj m.a., at um tað er ókyrt á Kirkju, er sum oftast kyrt í Hattarvík, og so fer posturin upp har og øvugt.
Tað mesta, Kaj veit um, at hann hevur verið noyddur at ganga til Hattarvíkar eftir posti, var átta ferðir í einum ársfjórðingi. Kaj Simonsen greiddi frá, at eitt árið hevði tað verið ókyrt í fleiri dagar beint undan jólum. Og á Kirkju gjørdist ikki kyrt fyri jól, men í Hattarvík gjørdist kyrt sjálvan jólaaftan |
Tvær eru bygdirnar á Fugloynni, og so hevur verið so langt aftur, sum søguligar keldur røkka. Í tí sokallaða Hundabrævinum skrivað nakað fyri ár 1400 stendur, at tveir skulu hundarnir ver í Fugloy, hvør í sínum bøi -. Tað er eyðsæð, at bøur her merkir bygd, men hví eru tær ikki nevndar við navni, táið allar hinar bygdirnar eru tað? Hattarvík hevur óivað altíð itið Hattarvík; meira ivingarsamt er navnið Kirkja. Bygdin hevur fingið navnið eftir kirkjuni, ið har varð sett, men kirkjan hevur ikki verið bygd har, sum onki fólk búði. Og løgið skuldi tað verið, um hetta plássið ikki hevur verið bygt stutt eftir norsku innrásini og helst eisini av írskum munkum, sum tykjast hava dámað best útoyggjarnar.
Men hvussu æt bygdin, áðrenn kirkjan kom og gav henni nýtt navn. Ikki minni enn fýra ferðir hoyrdi eg tríggjar menn brúka navnið Kirkjubøstaður um bygdina á Kirkju. Er hetta "bø" tað sama sum Hundabrævið tosar um, so er líkt til, at bygdin hevur itið Bøur av fyrstan tíð, men tað er meira trúligt at "bøstaður" er tað sama sum "bólstaður", og at tað er tað gamla navnið á bygdini, sum so er blivið til Kirkjubólstaður eftir at kirkjan varð bygd, og síðan stytt til Kirkju. J. Símun Hansen, Tey byggja land, bind 1. |
Søgur og sagnir
Mittúnsbóndin
|
Sjódjórið
|