Um Fugloynna
Fugloy, sum hevur fingið navn av tí nógva fugli, ið har
búleikast, er tann minsta av Norðoyum, 11.1 km², og hon liggur eisini longst
burtur frá hinum. Fugloy har stejle kyster med fuglebjerge og kun få
landingsmuligheder; det højeste fjeld er Klubbin (621 m). Ud for forbjerget
Eystfelli (449 m) står den 47 m høje klippe Stapin (tidl. Bispen) med fyr.
Fugloyggin er ein kommuna við tveimum bygdum, og so hevur verið so langt aftur, sum søguligar keldur røkka. Tær eru Kirkja og Hattarvík. Í tí sokallaða Hundabrævinum, skrivað nakað fyri ár 1400, stendur, at tveir skulu hundarnir vera í Fugloy, hvør í sínum bøi. Tað er eyðsæð, at bøur her merkir bygd. Kirkja og skúli eru í báðum bygdunum. Tær báðar bygdirnar í oynni eru brimpláss, og hetta saman við hennara fjarleiki hevur gjørt, at fólkatalið er nógv minkað; í 40'unum búðu omanfyri 200 fólk í Fugloy. Í 1950 vóru skrásett 195 fólk. Fólkatalið var 38 við ársbyrjan 2014. Strekkið ímillum Kirkju og Hattarvík er 6 km. Í sjeytiárunum varð vegur gjørdur millum bygdirnar á Fugloynni. Arbeiðið við at gera vegin byrjaði miðskeiðis í sjeyti-árunum og varð vegurin tikin í nýtslu í umleið 1990. Vegastrekkið, frá túninum á Veggi á Kirkju til Húsá í Hattarvík, er 5,06 kilometrar. Í dag eru nøkur akfør í oynni. Fugloyggin er eitt náttúruvakurt stað. Mótsatt teimum sunnaru oyggjunum í Føroyum er Fugloyggin sermerkt, við at tað, sum er omanfyri sjóvarmálan, bert eru tær ovastu basaltfláðirnar, tí er oyggin brøtt við steyrrøttum homrum runt alla oynna, omaná er grønt og gróðrargott og fleiri sjáldsamar plantur eru at finna. Fuglalívið er fjølbroytt, og eins og í Mykinesi er atkomuligt lundaland í haganum. Í bjørgunum runt oynna er stórt fuglameingi. Fugloyggin hevur havt elligamlar skipanir við røkt og veiðu í fuglabjørgunum. Men gongdin við tí stóra fallinum í fólkatalinum og at tað eru flest gomul fólk á oynni, ger tað torført hjá teimum yngru á staðnum at søkja bjørgini. Tað er eitt vandamál, at tey ungu ikki vera lærd upp í hesum yrki. Arbeitt verður við ymiskum verkætlanum. Ein er "Fugloy í søgu og søgn". Málið er at byggja upp eina væl skipaða og burðardygga ferðavinnu í oynni, sum kann styrkja búsetingina. Verkætlanin er eitt tiltak, ið Útoyggjafelagið og bygdarfólki hevur tikið stig til. Umframt hetta verður í løtuni roynt virksemi við mati úr lokalari rávøru. Hægsta fjall í Fugloy - Klubbin - er 621 m. |
Tað er søgn, at Fugloyggin av fyrstan tíð var flotoyggj, sum rak fyri vág og vind úti á víðum havi. Menn róðu út at oynni og royndu at festa hana í botn við at blaka stá! uppá land, men onki batti, tí fram við bakkanum stóð ein riðil av trøllum, sum loftaðu øllum, ið tveitt varð á land og blakaðu tað á bláman. Soleiðis rak hon til og frá sum eitt friðleyst oyggjastrok, inntil prestarnir komu upp í leikin. Ein dagin, táið hesin flúgvandi hollendari sást koma rekandi uttan av havi, vórðu allir prestarnir boðsendir og fluttir út til hennara; teir stardu fast uppá oynna og eyguni fóru ikki av henni, meðan róð varð, fyri ikki at missa hana úr eygsjón aftur, og táið teir komu so nær, blakaði ein av prestunum eina bíbil í land. Tá bar til; fast var. Prestarnir høvdu vunnið á trøllunum, sum eisini hesa ferð stóðu eftir bakkanum, og fyri at tey ikki skuldu gera meira um seg, vendu prestarnir tey um til túgvur, sum í øldir hava sæst standa eftir bakkatromini á oynni. Nú eru tær flestu burturtiknar av brimi -.
Tað er ikki bara Fugloyggin, sum skal hava verið flotoyggj, men søgnin sigur fleiri aðrar av útoyggjunum í Føroyum at hava havt eina líknandi fortíð, t.d. Svínoy og Mykines. Eisini úr øðrum londum koma søgnir um flotoyggjar, summar av teim fleiri túsund ár eldri enn tær føroysku, so hendan hugmynd er avgomul. Okkara elsti søguskrivari Lucas Debes (1623-1675) skrivar um flotoyggjar og heldur fyri, at eru tær ikki ísfjøll, sum eru komin rekandi higar úr Grønlandi, so eru tær satans spøkilsi og gykl -. Summi halda hesar søgnir eins og aðrar goyma ein ferðil av søgu; kanska er hon tann, at hesi fólkini, táið herviligar umfarsjúkur gingu inni á landi, skýggjaðu bæði væl og leingi -. Tað er eisini møguligt, at søgnin sipar til stríð millum írskar munkar, sum ivaleyst hava búð á útoyggjunum, táið víkingarnir løgdu ránsferðir sínar hendan vegin; men aðrir møguleikar eru eisini. Orðatakið sigur, at sjáldan rýkur av ongum brandi og soleiðis gongst søgnini. Aðru ferð vit hoyra um Fugloynna, er í tí mekiligu søgnini um floksmenninar. Hon er ikki so hugfarslig sum hin um trøllini, men gevur eina trúligari mynd av tíðini eftir at deyðilig menniskjur uppá gott og ilt høvdu búsett seg á oynni. Floksmannasøgnin hevur óiva sín uppruna í eini ófriðatíð, eini siða- og rættloysistíð, ið ofta kom í kjalavørrini á herviligum sóttum ella kollveltingum t.d. Svartadeyðin og reformatiónin. "J. Símun Hansen, Tey byggja land, bind 1." |