Ferðavinnuætlan fyri Fugloynna
Henda ferðavinnuætlan er gjørd sambært Løgtingslóg nr. 66 frá 30. mai 2024 um burðardygga ferðavinnu og Kunngerð nr. 110 frá 18. juni 2025. Lógin ásetur í § 6, at kommunan, saman við viðkomandi pørtum, skal gera eina ferðavinnuætlan, har ferðavinnuvirksemið í kommununi verður greinað og fyriskipað soleiðis, at tað í minst møguligan mun ger seg inn á náttúru, djóralív, heimafólk, mentan og mentanararv.
Endamálið við ferðavinnuætlanini er at tryggja, at Fugloyar kommuna fær eina greiða, luttøkugrundaða og framkomna ferðavinnuætlan, sum lýkur lógar- og kunngerðarkrøvini, og harumframt leggur grundarlagið fyri Fugloy sum eina fyrimynd um burðardygga oyggjaferðavinnu framyvir. Ætlanin skal tí síggjast sum eitt dynamiskt skjal, ið leggur eina fyrstu leið framyvir, og verður tí endurskoðað og endurnýggjað á heysti 2026.