Gamli handilin á Kirkju
Tað er unga Svanhild Christiansen, sum er búsitandi í Kirkju á Fugloynni, sum saman við systur síni Marit, tók stig til at lata upp gamla handilin í Geil á Kirkju í 2014. Í løtuni búgva 10 fólk á Kirkju, men sera nógv fólk vitjar í vikuskiftum og í summarhálvuni og Svanhild sigur, at fólk hava saknað ein handil á oynni, soleiðis at ikki er neyðugt at hava gerandisvørur við út á oynna og fyri fugloyingar hevur handilin í longri tíð verið ein stórur saknur.
Í gamla handilinum í Geil eru vanligar brúksvørur til keyps og eisini ymiskt heimagjørt, sum tær sjálvar hava framleitt her á staðnum. Handilin er opin í løtuni, tá fólk hava tørv á tí, og í summarferiuni er handilin opin regluliga. Svanhild Christiansen, tel 267436 |
Fugloyar kommuna
gamli handilin
gamli handilin
.
Fugloyar KommunaÍ Túni 2
FO-766 Kirkja Føroyar Telefon +298 451140 |