Avgreiðslan í FugloyJógvan Páll Poulsen
Í Túni 12 FO-766 Kirkja Fartel. +298 227175 |
Ritan siglir fleiri túrar til Kirkju og til Hattarvíkar
Ferðasambandið til Fugloynna er sera gott sjóvegis og í løtuni er tað MS Ritan, ið siglir fleiri túrar um vikuna og fleiri túrar um dagin alla summarhálvina. Silgt verður úr Hvannasundi.
Siglingartíðir: Hvannasund-Svínoy: 30 min. Svínoy-Kirkja: 15 min. Kirkja-Hattarvík: 10 min. Hattarvík-Svínoy: 30 min. Fráfaringartíðirnar úr Kirkju og úr Hattarvík eru skiftandi, alt eftir líkindunum. Gjøllari upplýsingar fáast umborð ella hjá avgreiðslufólki í Fugloy. Ferðaætlanin er býtt sundur í summar- og vetrarsigling: Summarhálva 1/4 - 31/8 Vetrarhálva 1/9 - 31/3 |
Kunnandi tilfar í samband við flutning
Reglugerð fyri útjavningarstuðul
|
![]()
|
Broyting viðv. reglugerð fyri útjavningarstuðul
|
![]()
|
Kunngerð um fyribyrging og týning av rottu
|
![]()
|
Við Rituni úr Hvannasundi til Fugloy
Ein sera nattúrvakur túrur er at fara við Rituni, ið siglir úr Hvannasundi til bæði Svínoy, Kirkju og Hattarvíkar fyri bæði føroyingar og ferðafólk. Ein siglitúrur við góðum nattúrupplivingum og fryntligari mannin, har skiparin kennir leiðina sum sín egna lumma og ferðafólkið er í góðum hondum. TIl ber eisini at keypa kaffi umborð.