Stýrið í NBH hevur skipað seg
Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) hevur skipað seg við Karl H. Johansen, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu, sum stýrisformanni og Símun Gullaksen, borgarstjóra í Fugloyar kommunu, sum næstformanni.
Í hesum sambandi varð skipaður ein evnisdagur á Fiskastykkinum í Sandavági, har høvuðsevnið var strategi fyri 2025-2028. Dagurin varð skipaður í tveimum pørtum – fyrrapartin varð dentur lagdur á búeindirnar, meðan tænasta til heimabúgvandi var høvuðsevnið seinnapartin.
Karl H. Johansen, sum nú fer undir sítt seinna skeið sum stýrisformaður, staðfestir, at NBH komandi árini hevur fleiri avbjóðingar, men stýrið fer til verka við góðum treysti.
”Vit standa framman fyri vaksandi avbjóðingum, serliga við demografisku broytingunum og at veita hjálp til tørvin hjá heimabúgvandi. Tað er neyðugt at leggja eina greiða strategi fyri at tryggja eina dygdargóða tænastu til okkara borgarar, sum er tíðarhóskandi og er við til at tryggja fíggjarligt haldføri,” sigur Karl H. Johansen.
Stýrið fer í næstum at arbeiða víðari við strategiini fyri 2025-2028.
NBH er javnbjóðis samstarv millum kommunurnar í Norðoyggjum um eldraøkið.

Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Fugloyar kommunu.
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum uppskot um broyting av byggisamtyktini.
Fugloyar kommuna hevur á fundi 5. desember 2024 samtykt uppskot um broyting av byggisamtyktini fyri Fugloyar kommunu.
Uppskotið snýr seg um, at broyta minstu grundøkjavídd fyri sethúsaøkir, úr 300 m² til 150 m².
Talan er um bygdirnar Hattarvík og Kirkja
Tilfar, sum lýsir uppskotið liggur frammi á kommunuskrivstovuni og www.fugloy.fo frá 9. desember 2024 til og við 30. desember 2024.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Fugloyar kommunu skrivliga í seinasta lagi
20. januar 2025.
Tann 5. desember 2024
Fugloyar Kommuna

02-02-2023 Fugloyar kommuna á Vangan
Tað er eitt gott samstarv millum kommunurnar, KT veitararnar og Talgildu Føroyar, ið ger, at tað nú er møguligt m.a. at søkja um byggiloyvi, mentanarstuðul og flyting hjá kommunum um landið.
Kommunurnar veita okkum nógvar tænastur, og tørvurin hjá teimum er oftast hin sami. Ein av stóru fyrimununum við felags menning er, at nógv kann endurnýtast, og kommunurnar fáa sostatt stóra nyttu úr samstarvinum bæði fíggjarliga og tøkniliga.
Við samhaldsføstu menningini kunnu borgarar í landinum fáa atgongd til talgildu tænasturnar, og eingin kommuna gerst eftirbátur í tøkniligu framgongdini.
Fyri Fugloyar kommunu er tað umráðandi at verða partur av einum alt meiri talgildum samfelag. Sjálvt um kommunan er tann minsta í landinum og møguliga øllum kongaríkinum, so vilja vit stremba eftir at veita borgarum okkara eina góða tænastu. Somuleiðis er tað okkara fatan, at eitt víttfevnandi talgilt samstarv frameftir kann verða við til at økja um trivnaðin fyri borgaran og kommununa sum heild, sigur Símun Gullaksen úr Fugloyar kommunu.
Í Talgildu Føroyum fegnast tey um góða samstarvið við kommunurnar. Farið er longu undir at menna enn fleiri tænastur, ið skjótt verða tøkar á Vanganum.
Vangin verður nógv brúktur, og talið av vitjandi á Vanganum veksur hvønn mánað. Tað eru góð tvey ár síðan fyrstu tænasturnar vórðu tiknar í nýtslu.
Visjónin er, at uttan mun til, hvar í Føroyum tú býrt, hevur tú atgongd til somu tænastur á Vanganum, har øll atlit eru tikin til brúkaravinsemi og trygd.
.

Ruskinnsavnari í Fugloynni
Vit søkja eftir einum ruskinnsavnara í Fugloynni, sum umfatar bygdirnar Hattarvík og Kirkja, at byrja 15. februar 2021 ella skjótast til ber.
Arbeiðsuppgávurnar fevna um:
Krøv til umsøkjaran:
Setanarviðurskifti
Starvið er roknað til 10 tímar um vikuna og verður skipað í samráð við leiðsluna í IRF.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Adelbert Ellingsgaard, tlf. 234215/414215.
Skrivligar umsóknir skulu sendast til [email protected] og vera okkum í hendi í seinasta lagi 4. februar 2021.
IRF hevur 28 limakommunur. Ruskinnsavningin er skipað í fimm høvuðusøki og fimm smáoyggjar. Hvør smáoyggj er ein sjálvstøðug eind.

- Innsavning av ruski frá øllum húskjum í oynni einaferð um vikuna
- Umskiping av burturkasti í bingjur og avskiping av oynni
- Ábyrgd og røkt av nýggja ruskplássinum, sum verður staðsett í Hattarvík
- Tryggja og íverkseta nýggjar mannagongdir viðv. skiljing/burturbeining vm.
- Annað fyrifallandi arbeiði fyri IRF
Krøv til umsøkjaran:
- Góð samstarvsevni
- Er tænastusinnað/ur
- Skal hava hóskandi akfar til innsavning av ruski og til flutning av bingjum millum bingjustøð og bát.