Umsókn um fíggjarligan stuðul
Fugloyar Kommuna setir á hvørjum ári eina avmarkaða upphædd av til fíggjarligan stuðul til ymist ikki vinnuligt virksemi. Umsóknir verða vanliga viðgjørdar 4 ferðir um árið.
Fugloyar Kommuna vil verða við til at stuðla virksemi og tiltøkum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis kunnu stimbra og menna ymisk átøk og tiltøk í Føroyum. Harumframt vil Fugloyar Kommuna stuðla arbeiði, sum kann verða við til at lýsa okkara samtíðarsøgu og verja okkara mál.
Virksemið skal ikki vera av vinnuligum slagi, og eingin privatur skal kunna fáa ágóðan av avlopi frá virkseminum. Stuðul verður ikki latin skúlaflokkum ella til námsferðir.
Stuðulsmsóknirnar verða viðgjørdar eina ferð hvønn ársfjóring. Verður umsókn um stuðul felagnum í hendi minni enn ein mánað, áðrenn tiltakið verður, verður sæð burtur frá umsóknini.
Fugloyar Kommuna tilskilar sær rætt at velja frítt millum allar innkomnar umsóknir. Ein avmarkað upphædd verður sett av til endamálið, og tí er ikki vist, at allar umsóknir fáa játtandi svar.
Allir umsøkjarar fáa skrivligt svar.
UMSÓKNARFREISTIR
31. MARS
30. JUNI
30. SEPTEMBER
31. DESEMBER