Nær postskiftisstøð er skipað í Hattarvík, vita vit ikki við vissu, men elsta skrivið viðvíkjandi Hattarvík, sum vit finna í skjølunum hjá postverkinum, er dagfest 12. juli 1932. Hetta er ein umsókn frá Marionnu Fuglø um at gerast postskiftiskvinna í Hattarvík. Hon verður sett í starvið.
Onnur skjøl benda á, at Tróndur Fuglø, sum er faðir Marionnu Fuglø, hevur verið postskiftismaður frammanundan. Hvussu leingi Tróndur Fuglø hevur røkt starvið, geva skjølini onki svar uppá, men í einum brævi verður nevnt, at hann hevur gingið ímillum Hattarvík og Kirkju við og eftir posti. Tá postbáturin ikki fekk samband við Hattarvík orsakað av ókyrru, skuldi postskiftisstøðin í Hattarvík syrgja fyri, at postur ið skuldi sendast, varð borin úr Hattarvík til Kirkju. Komandi postur til Hattarvíkar varð so tikin við heimaftur. Hetta kom ofta fyri, serliga tá nógv høgætt og eysturætt var um vetrarnar. Strekkið ímillum Kirkju og Hattarvík er 6 km. Í sjeytiárunum varð vegur gjørdur millum bygdirnar á Fugloynni. Arbeiðið við at gera vegin byrjaði miðskeiðis í sjeyti-árunum og varð vegurin tikin í nýtslu í umleið 1990. Í dag eru nøkur akfør í oynni. Í 1937 eitur postskiftiskvinnan Marianna Hansen. Hon er nú gift við Óla G. Hansen, keypmanni í Hattarvík. Marianna Hansen doyr tann 23. juli 1953. Í skjølunum síggja vit, at í august 1953 hevur eftirsitandi maður hennara, Óli G. Hansen, tikið við sum postskiftismaður í bygdini. Hann situr við postinum til hann doyr 27. desember 1971. Tann 1. apríl 1972 tekur Katrin Amalia Fuglø við sum postskiftiskvinna í Hattarvík. Hon er dóttur Marionnu og Óla G. Hansen. Seinastu árini hevur maður hennara, Leivur Fuglø, havt ábyrgdina av postinum í Hattarvík. Viðvíkjandi postflutninginum var støðan tann sama í Hattarvík sum á Kirkju, tað vil siga, at áðrenn postbáturin fór at sigla í 1914, var ongin regluligur postflutningur. Posturin varð borin úr Klaksvík og lagdur til heintingar í Hvannasundi. Tað var postmaðurin, sum gekk úr Klaksvík um Árnafjørð og Hvannasund til Viðareiðis, ið tók postin til Svínoyar og Fugloyar við norður í Hvannasund. Tá onkur úr Fugloy og Svínoy kom inn í Hvannasund í ørindum, varð posturin til bygdirnar í Fugloynni og til Svínoyar tikin við útaftur. Rithøvundi: Vilhelm Johannesen Kelda: posta.fo |
Fugloyar kommuna
postur - hattarvík
Fugloyar KommunaÍ Túni 2
FO-766 Kirkja Føroyar Telefon +298 451140 |